Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, í kvøld vaksandi upp í frískan vind. Skýggjað, í støðum regn ella sirm, tó sum frá líður klárari við sól ella sólglottum, serliga sunnanfyri og vestanfyri.

Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið, í støðum samdrigið og stundum regn norðaneftir.

Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.