Veðrið
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava.
Í kvøld minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan og av landsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og +6 stig, í nátt í støðum niður í -2 stig.

