Veðrið
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í kvøld minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s.
Skýggjað og támut, í støðum mjørki ella okkurt ælið, men sum frá líður eisini onkur sólglotti í støðum.
Týsdag fyrrapart, lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað ella smáskýggjað og í støðum támut, men turt fyri tað mesta.
Hitin um dagin verður millum 10 og 14 stig um náttina niður í 8 stig í støðum.