Veðrið
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður vaksandi upp í frískan vind, 10 m/s.
Samdrigið og turt, eitt stutt skifti sólglottar, men í kvøld sum frá líður támut og sirm í støðum.
Í nátt, frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir.
Fríggjadag fyrrapart frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 12 stig.