Veðrið
Lot til frískt lot sunnan ella av landsynningi, 3 til 8 m/s, seinni av ymsum ættum. Skýggjað og mjørki, kanska sirm ella okkurt ælið, men eisini sól í støðum. Hitin millum 9 og 14 stig. Í kvøld lot til frískt lot norðan ella av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, í støðum mjørki og okkurt ælið, hitin 7 til 10 stig.
Fríggjadag fyrrapart frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og í støðum regn ella okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.