Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum frá líður veksur upp í strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Yvirhøvur skýggja og onkur regnæl, men eisini møguleiki fyri sól av og á.
Fyrrapartin í morgin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn vestanífrá. Hitin 3 til 8 stig.