Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Lítið lot til frískt lot um norðan, minni enn 8 m/s, seinni av ymsum ættum, og í kvøld niður í sunnan. Tað verður turt við sól ella sólglottum. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Hitin 6 til 11 stig.