Veðrið
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum lítið lot, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, stundum við vátakava;
seinnapartin kanska okkurt ælið.
Í kvøld frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið; sum líður á fyrrapartin samdrigið og regn. Hitin millum +1 og +6 stig.