Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middeg

 

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Sum frá líður gongur hann í vestan og útnyrðing og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, tað klárnar til eitt skiftandi skýloft og bert nøkur æl. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum lækkar í landsynning og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt, men sum frá líður samdrigið og regn av útsynningi. Hitin millum 6 og 13 stig.