Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s.

Skýggjað og támut av landsynningi, sum frá líður regn ella driv eitt skifti, men í kvøld turt fyri tað mesta ella sirm í støðum eystanfyri. Hitin í dag verður millum 10 og 15 stig.

Fyrrapartin í morgin, lot upp í frískan vind av landsynningi-eystri, 3 til 10 m/s, turt og sól, men eisini mjørkaflókar í støðum. Hitin verður millum 12 og 17 stig.