Veðrið
Lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, fyri tað mesta útsynningur. Skýggjað og turt ella okkurt smærri ælið í støðum, sum frá líður sól ella sólglottar. Hitin í dag verður millum 10 og 14 stig, í nátt niður í 7 stig í støðum. Fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot eystan ella av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt ella okkurt ælið í støðum. Hitin verður millum 9 og 12 stig.