Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið, men eisini sól viðhvørt. Í kvøld lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, og eitt skifti regn ella ælaveður sunnaneftir. Fyrrapartin í morgin, lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sól ella sólglottar, men eisini mjørkaflókar og okkurt ælið í støðum. Hitin alt samdøgrið verður millum 9 og 13 stig.