Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískt lot upp í strúk vestan, lækkandi niður í útsynning, 7 til 12 m/s, skýggjað og ælaveður.

Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot millum útsynning og sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt.

Seint í nátt og hósmorgunin veksur vindurin upp í frískan vind ella strúkur í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn.

Fyrrapartin hósdagin støkkur ættin vesturum yvir í útsynning og vindurin minkar niður í frískt lot upp í strúk, 7 til 12 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.