Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta og onkur sólglotti. Hitin 5 til 9 stig.

Út á seinnapartin minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, í kvøld av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og seint seinnapartin ella í kvøld ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Út á náttina veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, fyrrapartin í morgin vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin 4 til 6 stig.