Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lágtrýst, 1003 hPa, vestan fyri Skotland gongur norðureftir og dýpist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum. Í kvøld kemur eitt samanrunnið brúgvalag við regni inn yvir Føroyar sunnaneftir.

Lot til frískt lot eystan, samdrigið, í støðum mjørki, yvirhøvur turt, tó einstøk æl í støðum. Sum líður á seinnapartin regn av og á um alt landið. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, samdrigið og regna. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, samdrigið og ælaveður. Hitin 9 til 13 stig.