Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Seinnapartin fer ættin niður í sunnan, tað verður samdrigið og sum frá líður fer at regna.

Í kvøld veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind um sunnan, 10 til 15 m/s, eitt skifti í støðum upp í 17 m/s, framvegis samdrigið og regn. Í nátt slítur í, men seinni út á náttina og fyrrapartin í morgin ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.