Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi 

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum frá líður minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað við sólglottum, í støðum okkurt ælið.

Í nátt gongur hann upp í norðan.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 8 stig, í nátt niður móti frostmarkinum.