Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Eitt hátrýst, um 1027 hPa, er framvegis í ein landnyrðing úr Føroyum. Lýggj og slavin luft rekur yvir Føroyar og tess havleiðir.

Lot til frískt lot eystan ella av ymsum ættum. Klárt við sól ella sólglottum, tó eystan- og sunnanfyri skýggjað, tám ella mjørki í støðum, men klárari sum líður á dagin. Í nátt smáskýggjað ella samdrigið, í støðum mjørki ella mjørkaflókar. Fyrrapartin í morgin framvegis samdrigið ella mjørki eystan- og sunnanfyri, men yvirhøvur smáskýggjað ella klárt við sól ella sólglottum. Hitin um dagin millum 9 og 15 stig, í støðum upp í 18 stig, um náttina um 9 stig.