Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Eitt hátrýst, 1015 hPa, norðan fyri Íslandi gongur eystureftir ímóti Føroyum. Luftrákið um okkara leiðir tað næsta samdøgrið fer at vera av landnyrðingi við kaldari luft. Í nátt nærkast eitt lágtrýst vestaneftir, og luftrákið fer at verða av landsynningi við lýggjari luft.

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann niður í eystan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Í nátt lækkar hann niður í landsynning. Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, av landsynningi, samdrigið og okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.