Veðrið

Dag fyri dag í vikuni

Fyrst forsøgnin, galdandi til á middegi týsdagin

Eitt hátrýst, 1020 hPa, sunnan fyri Ísland gongur spakuliga eystureftir. Eitt veikt luftrák er vestaneftir í dag.

Lítið lot, mest vestaneftir, turt og klárt við sól. Í kvøld og í nátt lítið lot av ymsum ættum, klárt ella smáskýggjað. Hitin millum 10 og 15 stig.

Síðan veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Í dag, mánadag, fer ættin at liggja um vestan. Lítil vindur, minni enn 4 m/s, og tá er ættin vanliga skiftandi, hóast luftrákið er vestaneftir. Klárt ella smáskýggjað allan dagin, og í støðum tám ella mjørki. Hitin fer at liggja úr 9 upp í 15 stig.   

Í morgin, týsdag, fer hann at mala út ymsum ættum, vindferðin minni enn 5 m/s. Út á seinnapartin verður ættin eystan, men enn lítil vindur. Klárt ella smáskýggjað, og kanska tám ella mjørki í støðum. Hitin fer at liggja um 10  til 15 stig.

Í ovurmorgin, mikudagin, fer hann at liggja av eystri allan dagin. Vindferðin minni enn 5 m/s, tó onkra løtu upp í 3 til 8 m/s. Klárt ella smáskýggjað allan dagin, í støðum kanska tám ella mjørki, fyri tað allarmesta turt, tó kann okkurt einstakt æl vera fyrrapartin. Hitin fer aftur upp í 15 stig um dagin, um náttina niður í 9 stig.

Hósdagin fer hann aftur at liggja eystaneftir. Vindferðin 3 til 8 m/s ella minni. Loftið klárt ella smáskýggjað, í støðum kanska tám ella mjørki. Hitin fer upp í 16 stig um dagin, um náttina niður í 9 stig.  

Fríggjadagin fer hann at mala av ymsum ættum, vindferðin minni enn 4 m/s. Loftið verður líka sum dagarnar frammanundan klárt ella smáskýggjað, men í støðum kanska tám ella mjørki. Hitin upp í 16 stig um dagin, um náttina niður í 9 stig.