Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum í støðum, men eisini okkurt ælið.

Sum líður á fyrrapartin fer ættin í landsynning.

Seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, og ættin gongur upp í eystan. Sum frálíður samdrigið og nógv regn.

Í nátt frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum verður klárari, og fram ímóti morgni slítur í. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.