Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot millum sunnan og útsynning, minni enn 5 m/s. Sólglottar og turt, tó sum frá líður tám ella mjørki í støðum, kanska eisini regn, okkurt ælið ella sirm.

Fyrrapartin í morgin lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og í støðum regn ella okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 15 stig.