Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, í kvøld landnyrðingur. Skiftandi skýloft við kavaælum, hitin -2 til 2 stig. Fríggjadag fyrrapart frískur vindur upp í strúk eystan og av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, framvegis skiftandi skýloft við kavaælum, tó í støðum vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.