Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind um eystan, 10 til 15 m/s, í kvøld sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður, hitin 3 til 7 stig.
Leygardagur
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s, samdrigið stundum ælaveður, út á kvøldið samregn. Hitin um 10 stig.
Sunnudagur
Fyrst vaksandi upp í hvassan vind ella skrið um norðan, 15 til 20 m/s, í støðum stormur, 23 m/s, samdrigið og regn. Út á kvøldið ella um náttina minkar hann vindin, tað verður framvegis samdrigið men við kava- ella vátakavaælum. Hitin fer niður um frostmarkið og upp í 4 stig.
Mánadagur
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, seinni minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og stundum kavaæl, hitin um frostmarkið.
Týsdagur
Vaksandi upp í frískan vind ella hvassan vind um sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið fyrst vátakavi í støðum, seinni regn. Hitin upp í 3 til 8 stig.
Mikudagur
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi upp í ein hvassan vind ella skrið um sunnan, 15 m/s til 20 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum frá líður regn av útsynningi. Hitin 4 til 8 stig.