Veðrið

Forsøgn, galdandi til middags í morgin

Lot til frísk lot sunnan ella av landsynningi, samdrigið og kanska regn av og á ella sirm í støðum, men út á seinnapartin møguliga sól ella sólglottar. Í nátt lot til frískan vind av landsynningi, ádrigið og yvirhøvur turt, tó tám ella mjørkaflókar í støðum. Hitin um dagin 9 til 12 stig, um náttina niður í 7 stig.