Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt hátrýst, 1034 hPa, yvir bretsku oyggjunum mennist eitt sindur, meðan tað gongur spakuliga vestureftir. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum.

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, eitt skifti upp í ein strúk, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í kvøld gongur hann upp í vestan, samdrigið og turt. Í nátt lot til frískt lot vestan, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið úr 9 upp í 13 stig.'

Tilvildarlig mynd. Ogn Birgir Waag Høgnesen