Veðrið
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, seint í kvøld skýggjað og sum frá líður regn ella driv vestaneftir. Í nátt minkar hann vindin eitt skifti niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.
Í morgin, frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður upp í strúkur í vindi, 13 m/s. Framvegis skýggjað og stundum támut við sirmi ella drivi í vestara parti, tó eitt skifti klárari í støðum norðanfyri. Hitin alt samdøgrið verður millum 7 og 12 stig.