Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin 

Frískur vindur upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl.

Seinnapartin veksur vindurin, og í kvøld er hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s,samdrigið og regn ella vátakavi.

Út á fyrrapartin í morgin minkandi niður í frískan vind upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 8 stig.