Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Frískt lot til frískan vind vestan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, yvirhøvur turt við skiftandi skýlofti, kanska onkrir sólglottar.

Í kvøld samdrigið, og sum frá líður lækkar ættin niður í sunnan og vindurin byrjar at vaksa.

Í nátt strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin hósdagin av útsynningi. Hitin 2 til 7 stig.