Veðrið

Sum frálíður regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, samdrigið og ælaveður

Eitt lágtrýst, 968 hPa, eystan fyri Suðurgrønland fer í landnyrðing og grynnist. Brúgvalag higani fer framvið í kvøld. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag av útsynningi og suðuri.

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin, skrivað klokkan 05:40 UTC.

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, skiftandi skýloft, í støðum tám ella mjørki, og ælaveður. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, eitt sindur klárari og yvirhøvur turt. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, samdrigið og sum frálíður regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.