Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 1003 hPa, í landnyrðing úr Føroyum gongur eystureftir og burtur frá Føroyum. Køld luft við ælaveðri, eisini við vátakava, streymar móti Føroyum og havleiðunum av útnyrðingi. Brúgvaløg við regni fara í dag at nærkast havleiðunum seinnapartin av útsynningi.

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, sum minkar út á seinnapartin niður í lot til frískt lot av ymsum ættum ella vestan. Samdrigið, sum frálíður klárari við sól ella sólglottum í støðum. Í kvøld lítið lot sunnan og av útsynningi, sum frálíður samdrigið og í nátt skýggjað og regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan ella av útsynningi, samdrigið og regn. Hitin fer at liggja 3 og 8 stig.