Veðrið
millum eitt hátrýst, 1031 hPa, vestan fyri Írland og eitt lágtrýst, 986 hPa, norðan fyri Ísland er eitt støðugt luftrák vestaneftir við ælaveðri inn yvir Føroyar. Í nátt er lágtrýstið farið eystureftir, og eftir tað er eitt skifti eitt kølið luftrák av útnyrðingi.
Lot til frískt lot vestan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum. Seinnapartin lækkar hann niður í útsynning. Í kvøld gongur hann upp í vestan og veksur vindurin upp í frískan vind upp í ein strúk, meðan tað er samdrigið og regn ella ælaveður. Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, vindurin minkar niður í eitt frískt lot til frískan vind við skiftandi skýlofti og yvirhøvur turt. Hitin í dag 5 til 9 stig.