Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Ein hátrýstryggur úr miðjum Norðuratlantshavi liggur yvir leiðirnar beint eystan fyri Føroyar. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag. Seinnapartin nærkast eitt brúgvalag við regni vestaneftir.

Eitt lítið lot av útsynningi, skiftandi skýloft, turt og klárt, tó í støðum tám ella mjørki. Fyrrapartin lækkar ættin niður í sunnan, og vindurin veksur upp í eitt lot til frískt lot, meðan tað framvegis er samdrigið ella klárt og turt, men í støðum tám ella mjørki.

Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, smáskýggjað og sólglottar og yvirhøvur turt. Í kvøld fer at regna vestaneftir.

Í nátt ælaveður og fyrrapartin í morgin yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið fer at liggja millum 9 og 12 stig, har tað er klárt nakað lýggjari, upp í 15 stig.