Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, norðan- og vestanfyri samdrigið og okkurt ælið, sunnanfyri skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Sum tað líður á fyrrapartin veksur upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður kring alt landið.

Seinnapartin stundum longri millum ælini. Fyrrapartin í morgin yvirhøvur turt. Hitin 4 til 9 stig.