Veðrið
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, stundum grov æl, møguliga við vátakava ella helgingi. Í kvøld strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s.
Út á kvøldið gongur vindurin upp í vestan og minkar vindurin niður í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s. Í nátt, norðanfyri, frískt lot til frískan vind vestan 5 til 10 m/s; sunnanfyri frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Framhaldandi skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga við vátakava.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s; sum frá líður hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi, 15 til 20 m/s. Hitin 2 til 6 stig, í hæddunum niður móti frostmarkinum.

