Veðrið

Forsøgn galdandi til leygardagin kl 18:00 UTC

 

Skrið ella stormur vestan, 18 til 23 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s.

Seinnapartin minkar vindurin enn meira niður í lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið.

Í kvøld gongur eysturum til landsynning og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s.

Í nátt gongur hann vesturum aftur til útsynning og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 6 og 11 stig.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað, ælaveður og í støðum tám. Hitin millum 6 og 9 stig.

Seinnapartin minkar vindurin nakað, men framvegis upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og tað fer at regna. Hitin millum 6 og 9 stig.