Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin

Ein lágtrýst, 996 hPa, beint norðan fyri Skotland gongur spakuliga suðureftir, meðan tað grynnist. Tað er eitt veikt luftrák eystaneftir yvir Føroyar í dag við lýggjari og slavnari luft.

Lítið lot av ymsum ættum, samdrigið og tám ella mjørki og yvirhøvur turt. Sum líður á fyrrapartin eysturætt og einstakir ælingar.

Tað verður eitt sindur klárari í støðum, sum venda undan ættini, og møguleiki fyri sól ella sólglottum. Í støðum sum venda móti ættini er møguleiki fyri mjørka. Í kvøld og í nátt lítið lot av ymsum ættum, fyrrapartin í morgin útnyrðingur. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.

Mndin liggur á Fuglar í Føroyum