VEÐRIÐ

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin

Eitt lágtrýst, 984 hPa, yvir norðara parti av skandinavisku hálvoynni sendir kalda luft ímóti Føroyum við kavaælingi.

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin, skrivað klokkan 06:40 UTC.

Lot til frískt lot av landnyrðingi, samdrigið og turt. Sum líður á fyrrapartin okkurt kavaælið. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, samdrigið og sum frálíður áhaldandi kavaavfall. Í kvøld eitt lítið lot millum eystan og sunnan, skiftandi skýloft, og fram ímóti midnátt slítur í. Í nátt eitt lítið lot millum landsynning og landnyrðing, skiftandi skýloft og kavaælingar. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, skiftandi skýloft og ælingar við kava og vátakava. Hitin í dag úr 1 kuldastigi upp í 4 hitastig.