Veðrið
Mánadagin
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Út á dagin veksur vindurin til frískan vind upp í hvassan vind og hækkar upp í landnyrðing, 10 til 15 m/s, út á náttina upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn. Fyrrapartin minkar møguliga eitt skiftið til frískt lot til frískan vind og lækkar niður í landsynning, 5 til 10 m/s. Seinnapartin lot til frískt lot eystan og landnyrðingur, 3 til 8 m/s. Skýggjað, tað slítur í, men út á kvøldið veksur vindurin aftur og tað fer aftur at regna. Hitin 6 til 9 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, um náttin kanska vátakavi. Hitin 2 til 7 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.