Veðrið
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s, og sum frá líður samdrigið og regn.
Seint seinnapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og tað slítur í, tó okkurt ælið.
Í nátt gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.

