veðrið
Ein lágtrýst, 991 hPa, í ein útsynningi úr Føroyum gongur spakuliga eystureftir, meðan tað grynnist. Tað er eitt veikt luftrák sunnaneftir yvir Føroyar í dag við lýggjari og slavnari luft.
Lítið lot sunnan ella av útsynningi, samdrigið, í støðum mjørki og okkurt ælið. Út á dagin eitt sindur klárari í støðum, sum venda undan ættini; í støðum sum venda ímóti ættini er møguleiki fyri mjørka. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.