Veðrið
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, seinni av útsynningi. Skýggjað og támut ella mjørki við regni, seinni ælaveðri. Í kvøld turt ella sirm í støðum.
Fyrrapartin í morgin, eitt lot av útsynningi, undir 6 m/s, framvegis skýggjað og támut ella sirm í støðum. Hitin alt samdøgrið verður millum 6 og 11 stig.