Veðrið
Frískt lot til frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn.
Í kvøld og í nátt minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Ælaveður ella løtur við regni.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og fyrst regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig.