Veðrið
Eitt hátrýst, 1035 hPa, í ein landyrðing úr Føroyum gongur spakuliga eystureftir, meðan regn frá brúgvaløgum frá einum stórum lágtrýstøki, minni enn 995 hPa, yvir norðuratlantshavi nærkast Føroyum og havleiðunum av útsynningi.
Í dag frískt lot upp í ein strúk av landsynningi, í støðum upp í hvassan vind. Í nátt minkandi vindur niður í lot til frískt lot. Skýggjað fyri tað mesta við regni ella ælaveðri. Fyrrapartin í morgin klárari og møguleiki fyri sólglottum. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.