Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður, mest norðan- og vestanfyri. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Um middagsleitið gongur hann upp í norðan og veksur vindin eitt skifti upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn.

Seinnapartin og í kvøld lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Í nátt eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin í dag upp í 12 stig; í nátt niður í 3 stig.