Veðrið

stundum upp í frískan vind, 10 m/s, samdrigið og í støðum mjørki

 


Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, stundum upp í frískan vind, 10 m/s, samdrigið og í støðum mjørki.

Í morgun okkurt ælið, men sum frá líður regn, og vindurin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.

Seinnapartin gongur hann niður í sunnan, vindurin minkar niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, og tað slítur í, tó okkurt ælið.

Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Hitin 7 til 12 stig.