Veðrið
Eitt hátrýst á havleiðini millum Noreg og Føroyar viknar í dag og fer burtur, meðan eitt annað hátrýst við Eysturgrønland mennist. Lýggja luftrákið av suðuri og landsynningi fer at steðga í dag, í staðin fáa eitt kaldari luftrák norðaneftir við støðugum veðri.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, turt og klárt, men møguleiki er fyri mjørka í støðum. Út á seinnapartin lítið lot, minni enn 5 m/s, norðan, tað fer at draga luftin og sum frálíður er samdrigið. Í kvøld veksur vindurin. Í nátt er frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, norðan ella landnyrðingur, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin upp í ein strúk, 13 m/s. Hitin í dag millum 5 og 8 stig.