Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin 

Eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 4 m/s, norðan- og vestanfyri klárt ella smáskýggjað; sunnanfyri skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum tó tám ella mjørki. Í nátt eitt lítið lot av útnyrðingi, minni enn 4 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.