Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt hátrýst, 1041 hPa, yvir Noregi og Svøríki, stendur í stað. Eitt lýtt og slavið luftrák er av suðuri og landsynningi í dag.

Eitt lítið lot av landsynningi, túrt og klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum, mjørki í støðum. Í kvøld eitt samdrigið eitt skifti. Hitin millum 8 og 12 stig, í støðum upp í 14 stig.