Veðrið
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft við kavaælum, tó sum frá líður longri ímillum ælini. Hitin í dag úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig, í náttni ður í 6 kuldastig í støðum.
Týsdag fyrrapart frískur vindur upp í strúk sunnan ella av landsynningi, seinni hvassur vindur, 10 til 15 m/s. Tað verður samdrigið og út ímóti middegi regn. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.